Tónleikur, túnatos, tit & vit
Leygarkvøld kl. 21.00 á FM98,7 ella her =>
Hágóðska
Lággóðska
Tað eru teir báðir Victor Dánjalsson og Regin Olsen sum eru staravertir.
Eisini hava teir nakrara eyka starar
Til ber at stuðla hesi rás ella Starabúrinum á konto í
Norðoya Sparikassi 9865 314.793.7
Afturat lurtaraynskjum og práti millum vertirnar hava eisini ymisk evnir verið frammi í Starabúrinum.
Fokusið hjá okkum liggur í høvuðsheitinum á ymiskar lívssøgur og hendingar í lokalsamfelagnum og annars runt í Føroyum. Hetta verið seg bæði innnan vinnu- og arbeiðslív, frítíðarvirksemi, átrúnaðarlív og familjulív.
Um Starabúrið
Uppruni : Februar 2013.
Navn : Starabúrið – tí hølisumstøðurnar vóru lítið størri enn eitt starabúður.
Hugskot : Johnny Olsen hevði í nøkur ár staðið fyri einum sendiloyvi, sum m.a. hevði verið brúkt til undirhaldssendingar, fótbóltsradio o.a. Hetta var av ymiskum orsøkum dottið niður fyri, og hann umhugsaði tí aðrar møguleikar til sendiloyvið. Ein dagin fyrst í 2013 bar hann uppá mál við Regin Olsen og Victor Dánjalsson, um teir vóru áhugaðir at gera eina tónleikasending – kanska serliga til tey tilkomnu. – Eftir stutta umhugsunnartíð játtaðu teir at gera eina roynd. Hugskotið byggir uppá ólønt frítíðarvirksemi, og tí skuldi skuldi senditíðin verða avmarkað til t.d. eitt kvøld um vikuna.
Konsept : Gospel-, country- og føroyskur tónleikur og so sjálvandi lurtaraynskir. Miðað verður somuleiðis eftir at hava eitt stutt andaktsorð.
Víðkan av konsepti : Sum frá leið og vertirnir blivu meira fortróligir við mikrofonirnar, kom sending eisini at innihalda prát við fólk í nærumhvørvinum, telefonsamrøður við skip, stroyming frá konsertum og fundum o.s.fr.
Sendiflata : Í Klaksvíkarøkinum: FM 98,7 - annars á netinum: Stream.fo
Senditíð : Hvørt leygarkvøld kl. 21:00 beinleiðis, umframt við serlig høvir.
Manning : 2 vertir, Victor og Regin. Fastir avloysarar; Malan Rasmussen og Eyðun Jacobsen.
Fígging : Allar útreiðslur verða fíggjaðar av góðum stuðlum og restina letur manningin 🙂
Hølisumstøður : Byrjaði í einum lítlum kamarið í sethúsnum hjá Victor. Seinni var farið í størri høli í kjallaranum hjá Victor. Í januar 2016 keypti Victor ein skúr, sum hann setti í túnið hjá sær sjálvum. Starabúrið flutti nú úr sethúsunum og út í nýggja skúrin (búrið). Í 2020 gav Malltek – ein byggifyritøka í Klaksvík – Starabúrinum ein nýggjan skúr. Hesin er nú samanbygdur við 2016-skúrin, so nú telja høliumstøðurnar uml. 10 m2 býtt uppi í: dagligt studio, inngongd og gestastudio/kaffistovu.
created with
WordPress Page Builder .